Smádrongur álopin við sýru í Bretlandi

Smádrongur álopin við sýru í Bretlandi
Ein trý ára gamal drongur fekk álvarsligan skaða, tá sýra varð kastað á drongin
Løgreglan í West Mercia hevur almannakunngjørt vakmyndir
Mynd: Løgreglan í West Mercia  
 
22.07.2018 - 15:38

Drongurin var staddur í eini handilsmiðstøð í Worcester í Bretlandi seinnapartin í gjár, og álopið var málrættað móti dronginum, skrivar bbc.com.

Drongurin varð fluttur á sjúkrahús við álvarsligum bruna-skaða í andliti og á øðrum arminum.

Ein 39 ára gamal maður úr Wolverhampton er handtikin í sambandi við hendingina, skrivar BBC.

- Hetta er skelkur fyri fólkið, sum býr í økinum, og vit skulu vissa tykkum um, at vit gera alt fyri at fáa fatur á teimum seku, segði Mark Travis, løgreglu-kommisserur. 

Hann er sannførdur um, at álopið er framt við vilja, og er ikki eitt óhapp. Orsøkin til álopið er ikki greið enn, sigur løgreglan.

Bretska løgreglan hevur almannakunngjørt upptøkur frá vakmyndatólum av trimum monnum, sum eru undir illgruna fyri at hava fram álopið. 

Løgreglan hevur eisini biðið íbúgvarnar í økinum um at hjálp at finna menninar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860