Bústaðarpolitikkur í Tórshavnar kommunu samtyktur

bannari
Bústaðarpolitikkur í Tórshavnar kommunu samtyktur
Tórshavnar kommunu hevur á fundi í síðstu samtykt nýggja bústaðarpolitikkin, har mett verður, at tørvur er á fleiri hundrað nýggjum íbúðum.
 
23.07.2018 - 16:28

Tørvur er á 240 íbúðum í Tórshavnar kommunu, áðrenn 2022 og 400 afturat áðrenn 2030.

Tað er metingin hjá Tórshavnar kommunu, sæst í bústaðarpolitikkinum fyri kommununa, sum varð samtyktur 20. juni, og sum nú liggur á heimasíðuni hjá kommununi.

Ynskiligt er, at ein stórur partur av hesum verða leigubústaðir.

Bústaðir eru í fer við fleiri leigubústaðir, men kommunan ynskir, at onnur eisini bjóða seg fram at gera leiguíbúðir.

Mett verður, at tørvur er á 60 lestrar- ella ungdómsíbúðum áðrenn 2022 og 200 afturat áðrenn 2030.

Fyri 15 árum síðani var bústaðarbýtið ógvuliga eintáttað í Tórshavnar kommunu. Samlaða talið á búeindum var umleið 5.500, og lutfallið var 95 % sethús og 5 % íbúðir.

Í dag eru umleið 72 % sethús, 17 % tví- og raðhús, 7 % eigaraíbúðir, 1 % leigubústaðir og 3 % lestraríbúðir.

Kommunan hevur gjørt eina kanning, ið lýsir tørvin á bústøðum at leiga. Kanningin vísir, at nógv tey flestu vilja eiga egnan bústað og búgva í honum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860