Slóðbrótandi harðskapslóg samtykt í Nýsælandi

Slóðbrótandi harðskapslóg samtykt í Nýsælandi
Nýggja lógin kemur í gildi í apríl næsta ár, og hon ásetir, at øll, sum uppliva harðskap í heiminum, kunnu fáa farloyvi í 10 dagar við løn
Jan Logie, mitt í, hevur arbeitt við hesum lógaruppskoti í sjey ár.
Mynd: The Guardian  
 
27.07.2018 - 08:38

Sum fyrsta land í heiminum hevur parlamentið í Nýsælandi samtykt eina lóg, har offur fyri harðskapi heima við hús fáa frí í 10 dagar við løn, so at tey kunnu fara frá samlivara sínum, finna nýtt stað at búgva og kunnu verja seg og síni børn. 

Tað skrivar bretska blaðið, The Guardian.

Kvinnuligi parlamentslimurin, Jan Logie, hevur arbeitt við hesum lógaruppskoti í sjey ár. Hon arbeiddi á kreppumiðstøð fyri kvinnur, áðrenn hon gjørdist politikari.

Tá lógin varð samtykt, segði hon við bivandi rødd, at lógin er fyrsta stig til at gera enda á ræðuligu nýsælendsku hagtølunum fyri harðskap, og at onnur lond eiga at gera tað sama.

- Nú er tað ikki bara løgreglan, sum skal handla. Nú viðurkenna vit, at vit øll hava skyldu at hjálpa ofrunum, segði Logie.

Nýggja lógin kemur í gildi í apríl næsta ár, og hon ásetir, at øll, sum uppliva harðskap í heiminum, kunnu fáa farloyvi í 10 dagar við løn frá arbeiðnum, og tað verður ikki drigið frá feriu ella farloyvi annars.

Í Nýsælandi eru hagtølini fyri harðskap í familjuni sera høg. Í miðal fjórða hvønn minutt fær løgreglan fráboðan um harðskap í familjuni, skrivar The Guardian.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401