Ríkisprýði í Svøríki stolin

Ríkisprýði í Svøríki stolin
Ríkisprýðini eru prýdd við gulli, gimsteinum og perlum, og hava sambært svensku løgregluni høgt marknaðarvirði.
 
01.08.2018 - 11:08

Fáar minuttir áðrenn, at messan í eini kirkju í svenska býnum Strängnä skuldi byrja, sníktu tveir menn seg inn í kirkjuna og stjólu fleiri ríkisprýði. Og í besta Hollywood-slíli silgdu teir avstað í motorbáti. 

Ríkisprýðini eru prýdd við gulli, gimsteinum og perlum, og hava sambært svensku løgregluni eitt høgt marknaðarvirði. Tað skriva fleiri altjóða miðlar í dag. 

Stuldurin fór fram í gjár fyrrapartin, og fleiri vitni sóu brotsmennirnar sigla avstað við ríkisprýðunum. 

Løgreglan leitar eftir brotsmonnunum, bæði á landi og á sjógvi, men enn er eingin funnin. 

Stolnu ríkisprýðini eru frá 1611. Talan er um tvær krúnur og eitt ríkisepli, og tey hoyra til Kong Karl tann 9. og Drotning Kristinu.  

Christofer Lundgren, sum er dómpróstur í kirkjuni, sigur, at hetta er ein stuldur frá svenska mentanararvinum, og at ríkisprýðini eru ómetalig. 

Svenska løgreglan sigur, at brotsmenninir helst hava sloppið sær av við bátin og eru síðani farnir við bili. Løgreglan sigur eisini, at stuldurin møguliga er bílagdur, skilt á tann hátt, at stuldurin fór fram, tí møguligir keyparar hava víst áhuga. 

Løgreglan leitar eftir vitnum, sum hava sæð bátin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444