33 fólk deyð av ebola í Congo

33 fólk deyð av ebola í Congo
Ebola hevur aftur breitt seg í Congo, og smitta er funnin í tíggju ymiskum støðum í landinum.
 
05.08.2018 - 10:27

33 fólk deyð í Congo av ebolasmittu. Tað upplýsir kongolesiska heilsumálaráðið sambært DR.

Í Congo hevur ebola gjørt nógv um seg í fleiri umførum gjøgnum árini. Og tá ið heilsumyndugleikarnir halda seg hava fingið tamarhald á vandamiklu smittuni, so er eitt nýtt útbrot á veg.

WHO upplýsir nú sambært DR, at Ebola aftur hevur breitt seg í Congo, og at smitta er funnin í tíggju ymiskum støðum í landinum.

Hóast landið ofta hevur verið rakt av vandamiklu smittuni, so er støðan hesaferð serliga vandamikil.

Umleið ein millión íbúgvar flýggja úr býnum, Nordkivu, har ebola er funnið, tí herurin ger nógv um seg har. Harafturat er økið skógarøkið. Og tað kann hava við sær, at smittan fer at breiða seg óvanliga skjótt, sigur WHO.

Mett verður, at flogmýs og apur eru høvuðssmittukeldurnar í náttúruni.

Tey, ið fáa sjúkuna, fáa høgan fepur, høvuðpínu, spýggja, og byrja at bløða í húðini og innaru gørnunum. Deyðatilburðirnir eru sera nógvir. Sambært WHO doyr umleið helvtin at teimum, ið fáa sjúkuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418