Afturkalla frikadellupylsur

Afturkalla frikadellupylsur
Heilsufrøðiliga starvsstovan ávarar móti frikadellupylsuni hjá Coop, sum nú verður afturkallað.
Frikadellupylsan hjá Coop verður nú afturkallað.
 
06.08.2018 - 09:42

Ávarað verður nú aftur móti einari matvøru.

Hesa ferð er talan um Coop Frikadellepølse, sum Coop Danmark afturkallar.

Frikadellupylsan er eisini seld í Føroyum, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum gevur teimum, sum hava keypt vøruna, tey ráð at lata hana aftur har, hon er keypt, ella beina hana burtur. 

Orsøkin til, at frikadellupylsan verður mett at vera óegnað til matna, er, at gassgerð er í pakkunum og týðir hetta á óætlaðan mikroorganismuvøkstur.

Vøran, sum er afturkallað, er 120 gramm netto, og haldførið er best fyri allar dagar til og við 28. august í ár.

Coop Frikadellepølse er gjørd í Póllandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (5:6)
174910
Fríggjadag 10. mai
Vikuskiftið 10 mei 2024
174904
Fríggjadag 10. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Fríggjadag 10. mai
Við pápa aftur í tíð
174833
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843