664 børn í skúla fyri fyrstu ferð

07.08.2018 - 09:18
Aktuelt
664 børn í skúla fyri fyrstu ferð
Hósdagin í næstu viku fara 664 børn fyri fyrstu ferð í skúla, 642 í fólkaskúla og 22 í frískúla. skrivar Skúlablaðið.
 

Á Skúlatrøð í Klaksvík fara 60 børn í fyrsta flokk, og 47 børn fara í skúlan á Argjahamri. Hetta eru størstu skúlarnir, tá ræður um fyrsta flokk, men aðrir skúlar eru næstan eins stórir.

Í 19 skúlum er talið á teimum, sum fara í fyrsta flokk, minni enn 10. Í tveimum skúlum byrjar bara ein næmingur, skrivar Skúlablaðið.

Í fjør og fyrraárið fóru ávikavist 716 og 670 børn í fyrsta flokk. Í ár eru tey 664.  

Næsta skúlaár verða 83 næmingar í serflokki, og serflokkarnir eru níggju í tali. Størsti serflokkurin er í skúlanum á Fløtum í Havn, har verða 30 næmingar skúlaárið, sum júst er byrjað tann 1. august.

151 næmingar eru í teimum trimum frískúlunum, og 173 børn eru tilmeldað teir átta forskúlarnar.

Í skúlaárinum, sum av álvara byrjar í næstu viku, eru 6.944 næmingar í fólkaskúlanum. Teir vóru 6.864 í fjør, skrivar Skúlablaðið.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Nón 30. mars 2020
106983
Mánadag 30. mars
Norðurljóð 30.mars 2020
106802
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Havnar kirkju
106924
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. mars
Andakt við Ove Froyseth
106934
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Havnar kirkju
106923
Fríggjadag 27. mars
Studio71 - 5 dokumentarar
106848
Hósdag 26. mars
Korona konsert við Bárði á Lakjuni
106790
Hósdag 26. mars
Norrøna
106783