Útbjóða íbúðarbygging á Frúutrøð

Útbjóða íbúðarbygging á Frúutrøð
Tórshavnar kommuna bjóðar nú samtøkum at luttaka í undangóðkenningini at byggja, fíggja og umsita íbúðir á Frúutrøð í Havn.
 
07.08.2018 - 16:35

Freistin at lata umsókn um at blíva undangóðkend er sett til 13. august 2018, tað er komandi mánadag.

Øll hava møguleika at søkja um at verða undangóðkend. Tey, sum bjóða uppá verkætlanina, binda seg til at byggja, fíggja og umsita íbúðir, umframt parkering og fríøki, sum hoyrir til.

Hetta merkir, at tilboðsgevarar eru toymi skipað við ráðgevum, umboðum frá byggivinnuni, íleggjarum og eisini persónum/fyritøkum, ið kunnu umsita leiguíbúðir.

Ætlanin er at byggja 50 íbúðir á Frúutrøð. Helvtin skal vera leiguíbúðir, hin helvtin luta- og eigaraíbúðir.

Fyrst í 2019 fæst at vita, hvør vinnur útbjóðingina upp á verkætlanina um íbúðarbyggingina á Frúutrøð. Byggingin á Frúutrøð verður væntandi liðug í 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860