Ivi um sølu av læknabygningi

Ivi um sølu av læknabygningi
Umboðsráðslimur í Ognarfelag Tryggingartakaranna sáar iva, um nevndarformaðurin í Betri-samtakinum hevur brotið leiðreglurnar hjá samtakinum.
 
08.08.2018 - 11:50

Hevur formaðurin í Betri samtakinum, Birgir Nielsen, kappast við Betri, tá hann seldi ein bygning í Hoyvík, og við tí brotið viðtøkurnar hjá Betri samtakinum, tí hann var ógegnigur?Sambært viðtøkunum mugu nevndarlimir ikki kappast við Betri, sum eisini selur fastognir.

Formansskapurin í umboðsráðnum hevur biðið nevndina og formannin í Ognarfelagi tryggingartakaranna um eina frágreiðing um lutin hjá formanninum Birgiri Nielsen í einari fastognarsølu í Hoyvík.

Felagið hjá Birgiri Nielsen, smápartafelagið Nira, seldi fyri eitt viðskiftafólk bygingin við Kirkjustræti 2 í Hoyvík.

Birgir Nielsen sigur annars, at hansara felag selir og keypir ikki bygningar.

Nú hevur Tórshavnar kommuna gjørt av at leiga bygningin við Kirkjustræti til kommunulæknar. Frammanundan hevði kommunan samráðingar við Betri samtakið um at leiga ein bygning hjá samtakinum til kommunulæknar.

Dagur og vika hevði søguna í gjárkvøldið. 

SÍ EISINI: Birgir fekk 100.000 krónur í samband við sølu

Tá segði Birgir Nielsen, at hann hevur ikki fingið 100.000 krónur fyri at selja bygningin, 50.000 kr. frá seljara og 50.000 kr. frá keypara.

Hann segði, at hann hevði avtalu við felagið hjá Erlingi Bech, sum átti bygningin, um at leiga hann út, ikki um at selja hann.

Nú bygningurin bleiv seldur kortini, fekk Birgir Nielsen 100.000 krónur í vinningin. Hetta tí at bygningurin varð seldur, ikki leigaður, sum hann hevði avtalu um.

Hann hevur ikki fingið pengarar fyri at selja bygningin, segði hann við Dag og viku í gjárkvøldið. Sambært Birgiri Nielsen er talan um eitt endurgjald fyri mista inntøku, nú bygningurin ikki kann leigast út longur. 

Umboðsráðið kann sum so ikki koyra Birgir Nielsen úr nevndini í Betri, um niðurstøðan verður tann, at hann hevur brotið viðtøkurnar hjá Betri, sum staðfesta, at nevndarlimir ikki mugu kappast við felagið, sum eisini selur ognir. 

Birgir Nielsen er í umboðsráðnum. Umboðsráðið hevur valt hann í nevndina hjá Betri.

Jákup Egholm Hansen, formaður í umboðsráðnum, segði við Dag og viku í gjárkvøldið, at umboðsráðið sendi í gjár nevndini nakrar ítøkiligar spurningar um fastognasøluna í Hoyvík og lutin hjá Birgiri Nielsen í henni.  

Jákup Egholm Hansen sigur í dag, at enn hevur nevndin ikki svarað, men hon fer at svara í dag, hevur hann fingið at vita.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 12. mai
Morgunlestur týsdagur 12.mai 2026
208058
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158