Vandi fyri meslingasmittu á flogvøllinum í Kastrup

Vandi fyri meslingasmittu á flogvøllinum í Kastrup
Fólk, ið hava verið stødd á flogvøllinum í Kastrup í Keypmannahavn mánamorgun, eru møguliga blivin smittað við meslingum, sigur serumstovnurin
 
08.08.2018 - 14:19

Statens Serum Insistut ávarar nú móti møguligari meslingasmittu á flogvøllinum í Keypmannahavn. Tað boðar danski serumstovnurin frá í tíðindaskrivi í dag, skrivar DR.dk.

Mánamorgunin klokkan 08.30 lendi ein maður, ið varð smittaður við meslingum, á flogvøllinum í Keypmannahavn. Maðurin var á flogvøllinum í ein góðan tíma, og síðani tók hann ein hýruvogn beinleiðis á sjúkrahúsið.

Meslingar smitta øgiliga illa, og tí eru fleiri túsund fólk nú í vanda fyri at vera blivin smittað. Øll tey, ið vórðu stødd í farhøllini á flogvøllinum um sama mundi sum smittuberin, eru sambært serumstovninum í møguligum vanda.

Serumstovnurin heitir tí á ferðafólk, ið ikki eru koppsett við MFR-vaksinuni ella ikki hava havt meslingar áður, um at venda sær til ein lækna.

Sambært DR.dk hevur serumstovnurin eisini verið í samband við ferðafólkini, sum ferðaðust við sama flogfari sum smittaði maðurin. Harafturat ætlar serumstovnurin at seta seg í samband við ferðafólk, sum hava danskum bústað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774