Bussleiðin óbroytt hóast Glasir letur upp

bannari
Bussleiðin óbroytt hóast Glasir letur upp
Hóast størsti skúladepil í landinum opnar í næstum á Marknagili, verður Bussleiðin í Havnini óbroytt. Tað er ein trupulleiki, heldur John Fonsdal.
 
09.08.2018 - 14:00

Tað verður helst ein hurlivasi úti í Marknagili, nú nógv fólk skulu í skúla og til arbeiðis á Glasi við eini bussleið, sum verður óbroytt. Tað sigur John Fonsdal, sum er leiðari hjá bussleiðini í Havn. 

Um júst eina viku er fyrsti skúladagur í Føroya størsta skúla. Tá fara umleið 1500 fólk í skúla og til arbeiðis á Glasi. Tað er ein rúgva av fólki og ein rúgva av fólki, sum skulu við bussi. 

Væntar ein hurlivasa

Men bussleiðin verður júst tann sama, sum hon er nú, og tað verður ein hurlivasi, sigur John Fonsdal, leiðari hjá Bussleiðini í Havn.

- Eg vænti, at bussarnir verða ógvuliga fullir, og eg vænti ikki, at vit klára at halda ferðaætlanina, tí vegirnir verða eisini so fullir av bilum við Glasir, sigur hann og leggur aftrat, at kommunan átti at broytt bussleiðina fyri at minka um trotið í Marknagili. 

Hann heldur eitt hugskot vera, at bussleiðin verður løgd um, ið møguliga hevur við sær, at nýggjar rutur vórðu gjørdar. Tað kundi verið at minka um bussarnar í Hoydølum og leggja dentin á bussrutur við Glasir, sigur John Fonsdal.

Ferðaætlanin óbroytt

Men ferðaætlanin hjá bussunum í Havn verður óbroytt sigur Heini Eysturoy, býarverkfrøðingur hjá Tórshavnar kommunu. Hann leggur tó afturat, at um tað verður neyðugt, verður ein bussur settur inn afturat.

- Verður tað ein trupulleiki við, at nógv fólk koma klokkan 8, so seta vit helst ein buss á leiðina afturat, men vit vilja heldur síggja, hvussu leikur fer fram fyrst, sigur Heini Eysturoy.

Tað verður ikki, fyrr enn Skúlin á Fløtum letur upp í 2020, at ein nýggj bussleið kemur. Tá verður vegakervið í Marknagili eisini broytt, soleiðis at ferðslan fer at glíða betur. 

Men einki stórvegis verður broytt fyribils. Og tað er ein trupulleiki, sigur John Fonsdal, sum er leiðari hjá Bussleiðini í Havn. 

- Vit hopa bara tað, at tað ikki verður kaos, og at okkara góðu kundar ikki fara at skelda okkum, sigur hann. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584