Bussur álopin í Jemen

Bussur álopin í Jemen
Minst 50 fólk, teirra millum 29 børn, hava latið lív og í minsta lagi 70 onnur vóru særd í Jemen í gjár.
Mynd: Reuters  
 
10.08.2018 - 09:20

Børnini vóru í einum bussi í Norðurjemen, tá bussurin var raktur í einum loftálopi, sigur Altjóða Reyði krossur við BBC. Álopið var framt av teimum sameindu í Jemen við stuðli frá herinum í Saudarabia.

Mannarættindafelagsskapir í Jemen hava áður ákært tey sameindu afrikansku londini, sum stuðla stjórnini í Jemen, fyri at bumba sivil mál sum skúlar og sjúkrahús. 

Aðalstkrivarin hjá ST, António Guterres, krevur, at álopið verður kannað beinanvegin. USA krevur somuleiðis eina frágreiðing; USA stuðlar Saudi Arabia við vápnum og øðrum.

Serligi sendimaðurin hjá ST, Martin Griffiths ætlar at gera eina semingsroynd millum stríðandi partarnar. Royndin verður sambært BBC gjørd í Geneve í september. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444