HB vann spennandi oddabrakið

HB vann spennandi oddabrakið
Við sigrinum hevur HB lagt seg fimm stig frem
Mynd: Rakul Hansen // Havnar Bóltfelag á Facebook  
 
11.08.2018 - 10:00

Tveir dystir vóru í Betri-deildini í gjár. 

Í Gundadali spældu B36 og EB/Streymur. Tann dysturin endaði við einum 2-2 javnleiki, eftir at B36 í seinna hálvleiki leingi var frammanfyri 2-1 og hevði fleiri møguleikar at økja um leiðsluna. Tá ið tveir minuttir vóru eftir, skoraði Arnbjørn Hansen til 2-2, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. 

Í Klakvsík var oddabrak, tá KÍ tók ímóti HB. 

Frammanundan dystin var øgiligur spenningur, tí einans tvey stig vóru millum liðini. Dysturin endaði 1-0 til HB.

Tað var ein sera spennandi dystur. HB legði seg á odda stutt inn í seinna hálvleik, tá Ari Dahl Olsen skoraði. Men KÍ legði stórt trýst á HB, og serliga var tað í síðstu minuttunum, at KÍ kundi javna. 

Við sigrinum í gjár varðveitir HB sostatt fyrsta plássi og er fimm stig framman fyri KÍ, sum liggur á øðrum plássi í kappingini um FM-heitið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401