Føroyanevndin vitjar í september

Føroyanevndin vitjar í september
Nevndin kemur til Føroya sunnudagin 9. september og fer avstað aftur hósdagin 13. september.
 
14.08.2018 - 08:44

Føroyanevndin hjá Fólkatinginum hevur sett fimm dagar av til eina námsferð til Føroya í september. 

Nevndin kemur til Føroya sunnudagin 9. september og fer avstað aftur hósdagin 13. september.

Mánadagin vitjar nevndin í Suðuroynni, har hon skal kunna seg um ferðavinnu og um avbjóðingarnar hjá oynni sum útjaðari. Eisini verður vitjað í Pálshøll, í Marghøllini, í Salt og á Varðanum Pelagic.

Týsdagin kunnar nevndin seg um Eysturoyartunnilin, umframt at hon vitjar Bakkafrost og kommunurnar við Skálafjørðin og Sunda Kommunu.  Týskvøldið verður vitjað í Kirkjubø.

Mikudagin hittir Føroyanevndin Aksel V. Johannesen, løgmann, og Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, umframt at vitjað verður á Fróðskaparsetrinum.

Hósdagin fer nevndin í Koltur og til Gásadals, og á veg avstað aftur hittir nevndin stjóran í Atlantsflog, Jóhonnu á Bergi.

Formaður í Føroyanevndini er Magni Arge.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980