Uppihaldsloyvi í Føroyum verða viðgjørd í Danmark

Uppihaldsloyvi í Føroyum verða viðgjørd í Danmark
Føroyskir myndugleikar vita ikki, hvør fær uppihaldsloyvi og hvør ikki fær uppihaldsloyvi í Føroyum, tí uppihaldsloyvi verða viðgjørd í Danmark.
 
21.08.2018 - 13:20

Uppihaldsloyvi hoyra undir útlendingamál, sum er danskt málsøki, og tí verða umsóknir um uppihald í Føroyum viðgjørdar í Danmark. 

Fyri nøkrum døgum síðani varð 13 ára gamla Aphina úr Tailandi útvíst úr Danmark, hóast mamma hennara býr í Danmark og er gift donskum manni. Myndugleikarnir mettu, at gentan hevði sterkari tilknýti til Tailand, har hon hevði verið nøkur ár, meðan mamman fann seg til rættis í Danmark. 

Fyri einum ári síðani varð 13 ára gamla Yiming Lius úr Kina somuleiðis útvíst úr Danmark, tí mett varð. at sannlíkindi fyri, at hon kundi integrerast, vóru smá. Hon slapp tó at vera verandi, eftir at 5.000 fólk mótmæltu avgerðina. 

Føroyska lógin ikki dagførd

Ken Nónklett, sum umsitir útlendingamál á Útlendingastovuni, metir ikki, at vandi er fyri, at børn í Føroyum fáa somu lagnu sum 13 ára gamla Aphina úr Tailandi. Hetta tí at føroyska lógin ikki er dagførd við teimum mongu broytingum, sum hava verið á útlendingaøkinum í Danmark seinastu árini. 

Hann kann tó ikki siga við vissu, um heimild er til at avvísa børn hjá foreldrum, sum hava funnið sær føroyskan maka. 

- Eg dugi ikki at sígga, at tað er eitt aktuelt problem í Føroyum, men eg tori ikki at siga, at tað ikki ber til at koma í hasa støðuna, tí tað mugu danskir myndugleikar taka støðu til, sigur Ken Nónklett frá Útlendingastovuni. 

Útlendingastovan ger tilmæli í ávísum førum. Eitt nú tá tað snýr seg um uppihald til arbeiðstakara. Men tað er ikki galdandi í familjumálum.

Ken sigur, at arbeiðsmál og familjumál verða býtt upp, og tað er bara í arbeiðsmálum, at tilmæli verða gjørd. 

Myndugleikarnir vita ikki, hvør fær uppihaldsloyvi

Føroysku myndugleikarnir verða ikki kunnaðir um, hvør fær uppihaldsloyvi og ikki. Tískil fær Útlendingastovan sagt neyvari, um líknandi støður eru í Føroyum, har børn ikki fáa uppihaldsloyvi í Føroyum, tá annað foreldrið hevur. Tað eru donsku myndugleikarnir, ið taka slíkar avgerðir. 

Danska lógin er broytt fleiri ferðir, uttan at føroyska lógin er dagførd. Eitt nú skal metast um møguleikarnir at integrera viðkomandi, sum søkir um uppihald, áðrenn tað verður latið í Danmark. Haraftrat verður skilt millum børn, sum eru yngri enn 15 ár og eldri enn 15 ár, meðan øll undir 18 verða viðgjørd sum børn í Føroyum. Sostatt eru ein ørgrynna av undantøkum, fyri nær man kann nokta uppihaldsloyvi í donsku lógini, ongantíð sett í føroysku útlendingalógina.

- Í Danmark hevur man helst nøkur integratiónskrøv, sum vit ikki hava upp á sama máta í Føroyum, sigur Ken Nónklett.

Sambært tølum frá útlendingastovuni hava 32 børn fingið uppihaldsloyvi í Føroyum í 2017 og 30 í 2016. Tað vil siga í alt 62 børn í tvey ár. Av teimum eru 15 komin til landið við foreldrum, sum koma fyri at arbeiða. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444