Francisco Franco skal gravast upp

Francisco Franco skal gravast upp
Spanska stjórnin hevur gjørt av, at líkið av spanska einaræðisharranum, Francisco Franco, skal gravast upp og flytast
 
25.08.2018 - 11:56

Franco er grivin í eini risastórari minnishøll í Valle de los Caides, dalinum hjá teimum falnu, sum liggur 50 kilometrar í ein útnyrðing úr spanska høvuðsstaðnum Madrid. 

Franco fekk valdið í Spania eftir eitt drúgt blóðugt borgarakríggj, sum endaði mitt í 1930unum. 

Hann setti sjálvur byggingina av minnishøllini í verk, sum hann skuldi jarðast í.

Høllin varð bygd av fangum, ið vóru ímóti hansara stýri. 

Franco doyði í 1975 og varð jarðaður í minnishøllini.  

Sosialistiska stjórnin í Spania hevur samtykt, at líkið av Franco skal flytast, og at Dalur teirra Falnu í staðin skal verða eitt minisstað fyri ofrunum fyri fastistiska stýrinum hjá Franco.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. januar
Tájól í Meðalbý.
185911
Mánadag 6. januar
Morgunlestur mánadagur 6. januar 2025
185358
Sunnudag 5. januar
Bolero - Nýggjár 2025
185883
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185882
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736