Arbeiðsloysið minkar støðugt

Arbeiðsloysið minkar støðugt
495 fólk vóru fulltíðararbeiðsleys í juni, og tað eru 165 færri enn sama mánað í fjør, upplýsir Hagstovan.
 
29.08.2018 - 12:28

Í juni var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið 1,8 prosent. 

Í mai var tað tvey prosent. 

Fyri einum ári síðani var arbeiðsloysið 2,3 prosent.

495 fólk vóru fulltíðararbeiðsleys í juni, og tað eru 165 færri enn sama mánað í fjør, upplýsir Hagstovan.

Minsta arbeiðsloysið er í Vága sýslu, Norðstreymi, Norðoyggjum og Sandoyar sýslu. Har er tað umleið eitt prosent.

Flest arbeiðsleys eru í Suðuroynni. Har arbeiðsloysið hálvt fimta prosent. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444