Rókur og Lerkur á sølulista

Rókur og Lerkur á sølulista
Partrolararnir Rókur og Lerkur eru settir á sølulista.
Lerkur.
 
30.08.2018 - 17:48

Hjá meklarafyritøkuni Atlantic Shipping eru skipini sett til sølu fyri 32 milliónir krónur hvørt, meðan eingin prísur er á sølulýsingini hjá Atlantic Brokers.

Skipini eru bygd á Karstensens Skipasmiðju í Danmark um aldarskiftið.

Rókur og Lerkur eru tey elstu av tilsamans seks trolarum hjá Faroe Origin í Runavík. Bakur og Stelkur eru bygdir í 2002, meðan Heykur og Fálkur eru bygdir í 2007.

Skipini partrola fyri tað mesta eftir upsa. 

Hóast Rókur og Lerkur eru settir á sølulista, so er sambært reiðarínum eingin ítøkilig avgerð tikin um at selja.

Reiðaríið hevur ikki fleiri viðmerkingar í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763