Seks nýggj grundstykki í Saksun

Seks nýggj grundstykki í Saksun
Býráðið í Sunda Kommunu hevur samtykt at stykkja út 6 grundstykki í Saksun, sum hvørt verður millum 450 og 500 fermetrar til støddar
 
04.09.2018 - 19:59

Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, sigur, at áhugi er at byggja í Saksun, og kommunan hevur fingið umsókn um at byggja sethús.  

Samtykt er at játta 450-túsund krónur til verkætlanina í ár. Peningurin skal brúkast til at keypa lendi frá øðrum bóndanum í Saksun og til at gera veg. Restin verður gjørt næsta ár - tvs. kant-steinar, asfaltering og annað.

Arbeiðið at útstykkja verður boðið út ein av fyrstu døgunum, - tá øll formlig loyvi eru komin, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444