Etiska ráðið tekur undir við varskógvaraskipan

Etiska ráðið tekur undir við varskógvaraskipan
Etiska ráðið sigur, neyðugt er at gera mannagongdir, sum tryggja, at bæði tann, sum varskógvar, og tann, varskógvað verður um, fáa virðiliga viðgerð
 
10.09.2018 - 10:10

Vit eiga eisini at hugsa um tann, sum varskógvað verður um, og ikki bara um tann, sum varskógvar.

Tað sigur Etiska ráðið, sum tekur undir við, at vit fáa eina varskógvaraskipan í Føroyum.

Føroyar eru eitt lítið land, har sum tey flestu onkursvegna kennast. Tí kann sosialt eftirlit gera, at eingin torir at varskogva.

Etiska ráðið sigur, at neyðugt er at gera mannagongdir, sum tryggja, at bæði tann, sum varskógvar, og tann, varskógvað verður um, fáa eina virðiliga viðgerð.

Etiska ráðið spyr, um ikki krøv skulu setast til varskógvanir, so ikki verður varskógvað uttan haldgóða orsøk.

Ein vegleiðing um varskógving hevði verið hóskandi.

Etiska ráðið skjýtur eisini upp at áseta í lógini, nær hon skal eftirmetast. 

Fíggjarmálaráðið, sum hevur gjørt uppskotið um varskógvaraskipan fyri alment sett starvsfólk, sigur, at tíðin má vísa, nær ein eftirmeting er neyðug.

Á tingfundin seinnapartin í dag fer tingið viðgera lógaruppskotið um varskógvaraskipan fyri alment sett starvsfólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846