Fíggjarnevndin finst at Kim Kielsen

Fíggjarnevndin finst at Kim Kielsen
Nevndin er sera misnøgd við, at hon einki hevur fingið at vita um lutin hjá Danmark í málinum um flogvallaverkætlanini, sum Danmark nú skal fíggja.
 
11.09.2018 - 10:24

Fíggjar- og skattanevndin hjá grønlendska landstinginum kallaði fyrrapartin í gjár Kim Kielsen, landsstýrisformann, í samráð fyri at fáa okkurt at vita um avtaluna, hann ætlaði at gera við Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra.

Men Kim Kielsen sendi avboð, tí Lars Løkke Rasmussen kom til Nuuk. 

Mælti frá at skriva undir

Fíggjar- og skattanevndin fýlist einmælt hvassliga á, at hon einki fekk at vita um avtaluna, sum Kim Kielsen og Lars Løkke Rasmussen gjørdu í gjár. Nevndin mælti Kim Kielsen frá at skriva undir.

Nevndin hevur havt málið um flogvøllirnar síðani í vár, og onnur viðgerð verður, nú landstingið kemur saman aftur um góðar tvær vikur.

Nevndin er sera misnøgd við, at hon einki hevur fingið at vita um lutin hjá Danmark í málinum, skrivar formaðurin í nevndini, Hermann Berthelsen, sum er í flokkinum Siumut, sama flokki sum Kim Kielsen, í tíðindaskrivi, sum varð sent út fyri fundin í gjár millum Kim Kielsen og Lars Løkke Rasmussen.

Nevndarlimirnir siga, at landsstýrisformaðurin sýnir nevndini vanvirðing.

Danmark fíggjar flogvallaverkætlanunum

Danska stjórnin setur 700 milliónir krónur í tveir flogvøllir í Grønlandi og tryggjar grønlendingum aðrar 900 milliónir krónur í lagaligum lánum.

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, og Kim Kielsen, landsstýrisformaður, skrivaðu seinnapartirn í gjár  undir samstarvsavtalu um umstríddu flogvallarverkætlanina, sum sunnudagin kostaði samgonguni í Grønlandi meirilutan í landstinginum.

Peningurin skal brúkast til ein altjóða flogvøll í Nuuk og ein flogvøll í Illulisat, og danski staturin fær við avtaluni sindur meira enn triðingin í ognarluti. 

Avtalan skal samtykkjast bæði í landstinginum og í fólkatinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860