USA vil ikki samstarva við Altjóða Revsirættin

USA vil ikki samstarva við Altjóða Revsirættin
USA hóttir við at seta tiltøk í verk móti Altjóða Revsirættinum, ICC, um ákærur verða reistar móti amerikanarum.
 
11.09.2018 - 11:06

BBC skrivar, at Altjóða Revsirætturin í løtuni umhugsar at rættarsøkja amerikansk herfólk, sum eru skuldsett fyri misnýtslu av fangum í Afghanistan.

Trygdarráðgevin hjá amerikansku stjórnini, John Bolton sigur, at dómstólurin er ólógligur, og hann leggur eina við, at USA fer at gera alt fyri at "verja sínar borgarar".

John Bolton segði millum annað í røðu í Washington í gjár, at USA ikki fer at samstarva við ICC, og at USA sanniliga heldur ikki fer at melda seg inn undir skipanina við ICC.

- Vit fara at lata ICC doyggja av sær sjálvum. Fyri okkum er altjóða brotsmannadómstólurin longu deyður, segði Bolton í røðuni.

123 av heimsins londum eru partur av Altjóða Revsirættinum. USA er ikki millum teirra. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418