- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bert 1/3 vil halda fram at drepa springarar
Kanningin vísir, at ein stórur meiriluti, 85 % av øllum føroyingum, vilja halda fram við grindadrápi, meðan bert ein triðingur vil halda fram við at drepa springarar. Tveir triðingar vilja sostatt, at vit skulu halda uppat at drepa springarar.
Munur millum tey í Havn og restina av landinum
Í Tórshavnar Kommunu eru fólk meiri avgjørd um springaradráp. 55 % eru ímóti, og bert 30 % eru fyri. Í hinum pørtunum av landinum er støðan umleið 40 % fyri og 40 % ímóti. Millum 15 og 20 % hava ikki tikið støðu.
Tað sæst eisini týðiliga, at havnafólk eta sjáldnari grind, og færri hava smakkað springara enn í restini av landinum.
Vilja drepa grind, men ikki springara
Eitt annað áhugavert úrslit er, at av teimum, sum siga ja til at drepa grind, siga 40 %, at tey ikki vilja drepa springarar.
Brot úr kanningini sæst niðanfyri:
Her er greiður meiriluti fyri, at vit skulu halda fram (85%). Meirliutin er tó størri uttanfyri Tórshavnar Kommunu. Har halda 88% at vit skulu halda fram, men í Havn halda 80% at vit skulu halda fram.
89% av monnunum í Føroyum halda at vit skulu halda fram, meðan 81% av kvinnunum siga seg verða fyri at drepa grind.
(Størri mynd, trýst HER)
Svar uppá spurningin, hví vit ikki skulu drepa grind
Høvuðsorsøkirnar hjá teimum sum eru ímóti grindadrápi eru, at tað er óneyðugt og kosttilmælið um ikki at eta grind.
25% nevna umdømi úti í heimi sum orsøk.
Kvinnur nevna oftari kosttilmæli sum orsøk enn menn.
(Størri mynd, trýst HER)
Her sæst, at 1/3 er fyri at drepa springarar, meðan 47% eru ímóti at halda fram. 18% vita ikki
Í Havnini eru 55% ímóti. (Størri mynd, trýst HER)
Spurningur, hví vit ikki skulu drepa springarar?
Høvuðsorsøkirnar hjá teimum sum eru ímóti springaradrápi eru somuleiðis, at tað er óneyðugt.
40% vísa á umdømi úti í heimi sum eina orsøk til at vit skulu gevast við at drepa springarar.
(Størri mynd, trýst HER)
1/3 av føroyingum eta grind 2-6 ferðir um árið. 8-9% eta aldri grind.
Eisini her er munur á fólki í Tórshavnar Kommunu og restina av landinum. Havnafólk eta sjáldnari grind og fleiri eru, sum als ikki eta grind (11%).
Fleiri kvinnur (13%) enn menn (5%) eta als ikki grind.
(Størri mynd, trýst HER)
60% hava etið springara og 40% ikki. Munurin á teimum í Havn og restina av landinum, er, at 66% uttan fyri Tórshavn hava etið springara, meðan tað Havn eru tað 50/50 sum hava/ikki hava etið springara.
(Størri mynd, trýst HER)
Spyr.fo gjørdi kanningina fyri GMF mikukvøldið 12. september kl. 19.00 - 20.20. 400 fólk í aldrinum 18 ár og eldri umboðandi alt landið svaraðu.