Nú er oljutangakunngerðin komin

Nú er oljutangakunngerðin komin
Í kunngerðini eru krøv til teirra, sum eiga oljutanga, til oljuveitarar, tað eru oljufeløgini, og til teirra, sum innflyta og selja oljutangar.
 
14.09.2018 - 08:20

Hon hevur verið leingi á veg, í meira enn 11 ár, men nú er so komin, kunngerðin, sum skal byrgja fyri dálking frá oljutangum.

Kunngerðin er galdandi fyri tangar, sum taka upp til 6.000 litrar av olju.

Í kunngerðini eru krøv til teirra, sum eiga oljutanga, til oljuveitarar, tað eru oljufeløgini, og til teirra, sum innflyta og selja oljutangar.

Fyri 1. januar 2022 skulu kommunurnar í Føroyum skráseta allar oljutangar.

Kunngerðin sigur, at tangar, sum hava tæringarverju innan, kunnu brúkast í mesta lagi í 40 ár. Aðrir stáltangar skulu takast úr nýtslu, tá teir eru 30 ár.

Tangar úr øðrum tilfari enn stáli halda í 25 ár, tó kunnu tangar, har uttari veggurin er úr stáli, brúkast í 40 ár.

Aðrir tangar skulu takast úr nýtslu í seinasta lagi 20 ár eftir, at teir eru gjørdir.

Hesar freistir eru galdandi fyri oljutangar, sum standa yvir jørð. Niðurgrivnir tangar kunnu brúkast tíggju til fimtan ár longur.

Kunngerðin hevur eisini ásetingar um tangar, sum ikki eru góðkendir og annars eru ókendir.

Fyri 1. januar 2024 skulu slíkir tangar takast úr brúki, um húsini eru bygd fyri 1960 ella í 1960.

Aðrar freistir eru eisini. Eru húsini bygd í 2001 ella seinni, skulu fólk gevast at brúka tangan í seinasta lagi fyri 2028.

Harafturat eru krøv um, at oljutangar skulu verða góðkendir, hvussu teir verða settir upp og grivnir niður, og um at skráseta tangar.

Í apríl 2016 vísti yvirlit hjá Umhvørvisstovuni, at 5.000 av teimum 18.000 sethúsaoljutangunum í Føroyum vóru eldri enn 20 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (5:6)
174910
Fríggjadag 10. mai
Vikuskiftið 10 mei 2024
174904
Fríggjadag 10. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Fríggjadag 10. mai
Við pápa aftur í tíð
174833
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843