Iran hóttir nú ES

Iran hóttir nú ES
Iranski uttanríkisráðharrin ávarar nú um, at Iran møguliga fer at ríka meira uran, um ES framhaldandi einki ger, nú USA er farið burturúr avtaluni
 
15.09.2018 - 12:39

Iranski uttanríkisráðharrin, Mohamad Javad Zarif, ávarar nú um, at Iran møguliga fer at ríka meira uran, um ES framhaldandi einki ger við støðuna, nú USA hevur tikið seg burtur úr kjarnorkuavtaluni við Iran.

- Evropa og hini, sum hava undirskrivað, mugu handla fyri at svara aftur revsitiltøkunum hjá USA, sigur Zarif við týska blaðið Der Spiegel.

USA hóttir

USA hevur sett handilstiltøk í verk móti stýrinum í Iran. Samstundis hevur USA hótt fyritøkur í øðrum londum, sum handla við Iran, um at tær ikki sleppa at selja vørur til amerikanska marknaðin. Fleiri fyritøkur, - eisini danskar, eru eftir hetta, givnar at selja til Iran, skrivar DPA.

Zarif ávarar um, at Iran fer at svara aftur, um javnvágin við at geva og taka fer av lagi. Tað merkir ikki beinleiðis, at Iran fer burturúr kjarnorkuavtaluni. Men tað kann ávirka, hvussu og hvussu skjótt avtalan verður útint.

Zarif spyr, nær ES æltar at halda sín part av avtaluni og liva upp til hana. Zaris vísur samstundis aftur, at Iran vil hava beinleiðis samráðingar við amerikanska forsetan, Donald Trump.

Umframt USA, skrivaðu Bretland, Frakland, Týskland, ES, Russland og Kina undir avtaluna við Iran í 2015.

Í avtaluni stendur, at Iran skal framleiða minni av ríkaðum uran, sum verður brúkt til at framleiða kjarnorkubumbur. 

Afturfyri skulu altjóða búskaparlig revsitiltøk móti Iran strikast, skrivar Ritzau.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860