Føroyingar leggja trýst á iranskar myndugleikar

Føroyingar leggja trýst á iranskar myndugleikar
Eini kristin hjún í Iran eru dømd 5 og 10 ára fongsul fyri sína trúgv
 
16.09.2018 - 14:26

Victor Bet-Tamraz og kona hansara, Shamiram Issavi, eru dømd fyri m.a. at halda jól. Hann er dømdur 10 ára fongsul og hon í 5 ár. Tað einasta tey hava gjørt, er at útinna sína kristnu trúgv, skrivar Amnesty International.

Amnesty Internationl savnar nú inn undirskriftir við kravi um, at iransku myndugleikarnir frídøma hjúnini. 

Tveir aðrir menn í Tehran Pentecostal Assyrian Church eru eisini dømdir fyri tað sama. 

Føroyar leggja eisini trýst á

Eisini Amnesty International Føroyar er við í átakinum, við kravi um, at leyslata tey og at iransku myndugleikarnir gevst at forfylgja og fongsla kristin í Iran.

Á facebook-vanganum hjá Amnesty International Føroyar, kanst tú skrivar undir kravið um at lata tey leys.

Hjúnini hava kært dómin, og tey eru nú leyslatin móti veðhaldi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491
Týsdag 27. mai
Veðrið
192469
Týsdag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192266