Føroyar í EM í borðtennis

Føroyar í EM í borðtennis
Fýra føroyskir borðtennisspælarar fara at kappast um EM í borðtennis
 
18.09.2018 - 11:31

Komandi dagarnar fara Føroyar at kappast í evropameistarakappingini í borðtennis, sum er í Alicante í Spania.

Fróði Fríðason, Hallur Thorsteinsson, Durita Fríðadóttir Jensen og Sólja Hilduberg Djurhuus umboða føroyska landsliðið.

Venjari er danin, Simon Nykjær-fisher.

Føroyingarnir eru komnir upp á pláss og hava longu verið í høllini og vant seg við umstøðurnar.

Tað hevur serliga týdning at venja seg við hitan, sum millum annað kann gera, at bólturin ferðast øðrvísi.

Føroyingarnir koma at møta fleiri av sterkastu borðtennisspælarunum í heiminum.

Kappingin byrjaði í dag og heldur fram til sunnudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444