Rindaði kvinnu fyri at tiga um neyðtøku

Rindaði kvinnu fyri at tiga um neyðtøku
Cristiano Ronaldo skal hava samráðst við kvinnuna og rindað henni fyri at tiga um neyðtøku, sum hendi í 2009
 
01.10.2018 - 17:50

Ítróttar-tíðindamaðurin hjá týska blaðnum Der Spiegel,  Christoph Winterbach, kendi seg í gjár noyddan at svara portugisiska fótbóltsspælararnum, Cristiano Ronaldo, aftur á Twitter. 

Der Spiegel almannakunngjørdi ígjár tíðindi um, at Ronaldo er skuldsettur fyri at hava neyðtikið eina amerikanska kvinnu í 2009. 

Ronaldo skal - í samráð við sínar advokatar, hava samráðst við kvinnuna og rinda henni fyri at tiga um neyðtøkuna. 

Málið kom fram í fjør, men í gjár hevði Der Spiegel fleiri upplýsingar um málið. 

Hendingin skal verða farin fram eina náttina í junimánað í 2009 í Las Vegas. Í greinini verður Ronaldo lagdur undir at hava neyðtikið Kathryn Mayorga, og at hann nakrar mánaðir seinni rindaði henni 375-túsund dollarar, - tað eru góðar 2,4 miljónir krónur, fyri at halda tað sum hendi loyniligt.

Brot úr løgreglufrágreiðingini, tá kvinnan verður avhoyrd (@derWinterbach)

 

Á instagramsíðu síni skrivaði Ronaldo ígjár, at tíðindini í Der Spiegel einki annað endamál hava enn at verða skipað herferð móti sær og at tíðindini eru ósonn. 

Á Twitter skrivar Wintebach, ítróttar-tíðindamaður, at Der Spiegel hevur hundraðtals skjøl frá nógvum keldum. Skjølini fevna um teldupostar, løgreglufrágreiðingar og lækna-frágreiðingar frá 2009. 

 

              Mynd: Kathryn Mayorga, sum hevur meldað Ronaldo fyri neyðtøku (@derWinterbach)

Á Twitter kunngerð Winterbach eisini part av avtaluni millum Ronaldo og Mayorga, sum er dagførd 12. januar 2010, og har Ronaldo hevur skrivað undir.

Brot úr avtaluni millum Ronaldo og Mayorga frá 12. jan. 2010  (@derWinterbach)

Winterbach sigur, at Der Spiegel almannakunngerð eingi tíðindi uttan at tey eru kannað til botns, og at óheftir partar sleppa at kanna, um keldurnar halda og eru rættar. 

Hann vísur tí aftur skuldsetingunum hjá Ronaldo um, at tíðindini eru ósonn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444