Bandið keypt Mimir

Bandið keypt Mimir
Nýstovnaða partafelagið Bandið keypti húsið hjá Mimi í Havn fyri tvær milliónir krónur.
 
08.10.2018 - 09:30

Bandið hjá Martini Hansen og øðrum keypti húsið hjá Mimi í Havn fyri tvær milliónir krónur.

Mimir, sum Taks hevur kravt á húsagang, tí felagið skyldaði meirvirðisgjald, er til viðgerðar í Skiftirættinum.

Á fundi í Skiftirættinum fríggjadagin varð upplýst, at trotabúgvið hevur selt húsið á horninum Varðagøta/Sjúrðargøta fyri tvær milliónir krónur.

Stykkið er bara 173 fermetrar.

BankNordik, sum hevði veð í húsinum, hevur fingið allar sínar pengar, og hevur tí tikið krav sítt móti trotabúnum aftur.

Pengar leypa enntá av frá søluni, og teir fara í trotabúgvið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. mai
Morgunlestur hósdagur 2. mai 2024
174292
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418