Fountainhúsið fekk sálarheilsuvirðisløn

11.10.2018 - 10:41
AktueltSamfelag
Fountainhúsið fekk sálarheilsuvirðisløn
Fountainhúsið fekk í gjár sálarheilsuvirðisløn í sambandi við, at altjóđa sálarheilsudagur var hátíðarhildin.  
Fountainhúsið stendur á Tinghúsvegnum í Havn, og hvønn gerandisdag er húsið opið.
Mynd: © Fountainhus.fo  
 

Í grundgevingini stendur, at Fountainhúsið á fyrimyndarligan hátt hjálpir fólki við sálarligum trupulleikum og avbjóðingum at fáa ein innihaldsríkan gerandisdag, og at starvsfólkini hava eina sera jaliga og fevnandi medfer.

"Tey síggja tað stóra í hvørjum einstaka heldur enn at síggja forðingar", stendur millum annað í grundgevingini fyri at lata Fountainhúsinum sálarheilsuvriðislønina. 

Tað er limirnir hjá Fountainhúsinum, sum hava instilla starvsfólkið har, og tað er Sinnisbati, sum læt virðislønina.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Føroyingar álopnir úr luftini
111275
Fríggjadag 10. juli
Góðan morgun Føroyar 10.07.2020
111236
Fríggjadag 10. juli
Morgunlesturin fríggjamorgunin 10. juli 2020
110792
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Video: 8mf, Fjarðastevna 2020
111281
Leygardag 11. juli
Video: 6mf menn, Fjarðastevna 2020
111280
Leygardag 11. juli
Video: 6mf kvinnur, Fjarðastevna 2020
111277