Fútin sendir málið til ríkisadvokatin

Fútin sendir málið til ríkisadvokatin
Tað verður ríkisadvokaturin, sum skal gera av, um Óli Breckmann skal ákærast fyri at bróta grein 266B.
Tað var í Andøvsløtuni á rásini R7, at Óli Breckmann kallaði forsetan í Norður-Korea fyri eitt skeivoygt sosialistiskt knetti.
 
11.10.2018 - 14:32

Ríkisadvokaturin ger av, um Óli Breckmann skal ákærast fyri at bróta grein 266B, tí hann á útvarpsrásini R7 kallaði forsetan í Norður-Korea fyri eitt skeivoygt sosialistiskt knetti.

Erling Eidesgaard meldaði Óli Breckmann fyri orðavalið. Hetta var í mars.

Fyrst í næstu viku sendir fútin málið til Ríkisadvokatin við einum tilmæli haðani. Hvat tað tilmælið er, vil Linda M.  Hesselberg, varafúti, ikki upplýsa. 

Í Danmark sendir politiið nøkur slík mál til Statsavokatin at taka støðu til.

Í Føroyum er fútin eisini statsadvokatur, so tí verður málið sent Ríkisadvokatinum.

At málið nú verður sent Ríkisadvokatinum, merkir, at fútin tekur málið í álvara.

Grein 266B í revsilógini sigur, at tann, sum alment ella við størri útbreiðslu í hyggju, setir fram útsøgn ella boðskap, ið hóttir, spottar ella eyðmýkir persónsbólk orsakað av rasu, húðarliti, tjóðskaparligum ella etniskum uppruna, trúgv, kynsligum samleika ella breki, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til tvey ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985