Ein friðarlig nátt

Ein friðarlig nátt
Náttin hevur verið lutfalsliga friðarlig, hóast vindurin hevur leikað í nátt.
 
13.10.2018 - 09:57

Eitt harðskapsmál og onkur hendinga vindskaði.

Annars hevur náttin verið lutfalsliga friðarlig, hóast vindurin hevur leikað í í nátt, verður sagt av løgreglustøðini í Havn í morgun.

Minni góða veðrið hevði við sær, at fá fólk vóru í býnum. Men tey fáu, sum vóru í býnum, kundu havt skikkað sær betri. Í øllum førum onkur teirra, tí løgreglan hevur fingið fráboðan um eitt harðsskapsmál, har ein varð sligin - tað kanna tey nú. 

Tryggjaðu tramplin við skutara

Annars var tað mest fráboðanir, sum høvdu við veðrið at gera, ið løgreglan fekk. Mest frá fólki, sum vóru stúrin um ymiskt, ið tey bóru banga fyri kundi fara í vindinum, sum síðani varð tryggjað, millum annað ein húsvognur í Hoyvík.

Tað var eisini í Hoyvík, at nógvi vindurin tók eina trampolin og skutara - tí tey, sum varaðu av trampolini høvdu tryggjað hana, við at knýta hana fasta í skutaran. Tað vísti seg at vera ein minni góð loysn, tí vindurin tók bæði.

Samferðslan koyrir aftur

Nú er minni vindur aftur, og samferðslan líkist sær sjálvari. Fyrsta flogfarið hjá Atlantic Airways hevur sett seg í morgun, tað var klokkan tíggju minuttir í átta og ein tíma seinni var fyrsta fráferðin, tá RC450 fór til Keypmannahavnar, ein góðan hálvan tíma seinkað, tó.

Og frá Strandferðsluni er ikki boðað frá nøkrum broytingum, so har koyrir ferðslan aftur, sum hon ger vanligar leygardagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851