Mistu sigurin í yvirtíðini

Mistu sigurin í yvirtíðini
Føroyska U21-landsliðið spældi í gjár javnt 2-2 móti Litava í EM-undankappingardysti, sum varð leiktur á Tórsvølli. 
 
13.10.2018 - 09:54

Tað var Litava, sum fekk betri byrjanina, og teir løgdu seg eisini fram um eftir góðar fimtan minuttir. Men 10 seinni minuttir javnaðu føroyingar. 

Seks minuttir fyri leiklok løgdu Føroyar seg fram um 2-1, og líkt var til ein føroyskan sigur. Men í 92. minutti fekk Litava brotsspark og skoraði. 

Tað var Meinhard E. Olsen, sum skoraði til 1-1, og Jákup B. Andreasen, sum skoraði til 2-1. 

Dysturin móti Litava var næstseinasti dystur í hesari EM-undankapping. Føroyar spæla síðsta dystin týsdagin á útivølli móti Danmark, sum eisini er oddalið í bólkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Nýggjastu sendingar í SV