Trý listafólk fingu listafólkaløn

Trý listafólk fingu listafólkaløn
Brandur Patursson, Búi Dam og Katrin Óttarsdóttir hava fingið trý-ára listafólkaløn úr Mentanargrunni Landsins í ár.
Brandur Patursson er ein teirra, sum hevur fingið listafólkaløn komandi trý árini.
 
16.10.2018 - 13:28

Brandur Paturson fær fyri sítt arbeiði við myndlist, Búi Dam fyri leiklist og Katrin Ottarsdóttir fyri bókmentir.

Listafólklønin er ásett samsvarandi læraraløn fólkaskúlans á stigi 21.1, ið svarar til knappar 28.000 krónur um mánaðin. Endamálið er at bøta um korini hjá yrkislistafólkum.

40 umsóknir komu inn til tær tríggjar lønirnar, og fimm faknevndir vórðu settar at gera tilmæli til nevndina í Mentanargrunninum.

Listafólk kunnu ikki røkja annað fast starv, meðan tey fáa starvsløn, men tey kunnu hava inntøkur av teirra skapandi virksemi í 3-ára-skeiðnum.

Tað eru yrkislistafólk, sum kunnu søkja Mentanargrunnin um listafólkløn, og hetta er fyrstu ferð, at listafólkalønin verður latin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652