Sverri Hansen tikið seg úr Búskaparráðnum

Sverri Hansen tikið seg úr Búskaparráðnum
Við verandi samanseting av Búskaparráðnum ynski eg at siga meg úr Búskaparráðnum, skrivar Sverri Hansen í telduposti til Fíggjarmálaráðið.
 
19.10.2018 - 12:14

"Við verandi samanseting av Búskaparráðnum ynski eg at siga meg úr Búskaparráðnum."

Soleiðis skrivar Sverri Hansen í telduposti til Fíggjarmálaráðið í gjár, tá hann boðar Fíggjarmálaráðnum frá, at hann fer frá sum formaður í Búskaparráðnum.

Í teldupostinum til Fíggjarmálaráðið skrivar Sverri Hansen:

"Undirritaði hevur verið formaður í Búskaparráðnum síðani tíðliga í 2013 og verið við at skrivað 11 búskaparfrágreiðingar.

Við verandi samanseting av Búskaparráðnum ynski eg at siga meg úr Búskaparráðnum."

Vit hava roynt at fingið fatur á Sverra Hansen, men tað hevur ikki eydnast okkum.

Hinir limirnir í Búskaparráðnum eru Djóni Højgaard og Ester Hansen.

Ester Hansen hevur verið í Búskaparráðnum síðani januar 2017.

Djóni Højgaard hevur verið limur í Búskaparráðnum síðani 1. februar í ár.

Sverri Hansen hevur verið formaður í Búskaparráðnum síðani 2013. 

Búskaparráðið varð skipað av nýggjum í 2016, og Sverri Hansen helt fram sum formaður.

Búskaparráðið hevur tríggjar limir, sum landsstýrið setir eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetri Føroya. Limirnir eru valdir fyri eitt fýraáraskeið. Ráðið skipar seg sjálvt við einum formanni. Limirnir í Búskaparráðnum skulu hava útbúgving sum búskaparfrøðingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Sunnudag 11. januar
Akademia: Metaetikkur
202423
Leygardag 10. januar
Jambalaja - 100126
202485
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459