Flogfar dottið niður

29.10.2018 - 09:51
AktueltÚtheimurin
Flogfar dottið niður
Eitt flogfar við 188 ferðafólkum er dottið niður í havið við Indonesia.
Tað var eitt flogfar frá flogfelagnum Lion Air, sum datt niður.
 

Eitt flogfar við 188 ferðafólkum er dottið niður í havið við Indonesia. Tað skriva altjóða miðlar.

Flogarið er frá flogfelagnum Lion Air, ið er eitt lágprísfelag. Flogfarið datt niður stutt eftir at tað var farið avstað av flogvøllinum í høvuðsstaðnum Jakarta. Tað sigur indonesiska samferðslumálaráðið, sambært AFP.

Umborð á flogfarinum vóru 181 ferðafólk, og mannigin, sum varð tveir flogskiparar og fimm starvsfólk í kabinuni.

Enn ber ikki til at siga, um  nakar kom frá vannlukkuni við lívinum, skrivar Ritzau.

Flogfarið hevði samband við flogtornið í Jakarta 13 minuttir eftir, at tað var farið á flog.

Sambært flogferðslueftirlitinum í Indonesia, bóðu flogskipararnir um at sleppa at venda aftur, stutt áðrenn flogfarið datt niður. Tað fingu teir loyvi til, men so mistu myndugleikarnir sambandið við flogfarið.

Enn er onki frætt um nakar av teimum 189 umborð sluppu frá vanlukkuni við lívinum.

Bjargingarfólk hava funnu vrakleivdur á sjónum. Hildið verður, at flogfarið er sokkið á 30 til 35 metra dýbd, sigur DR.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mai
Góðan morgun Føroyar 29.05.2020
109499
Hósdag 28. mai
Breddin
109454
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Modern Era", Teitur
109451
Hósdag 28. mai
Nón 28.mai 2020
109447
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Úr savninum: Slóðarar 7:7
109459
Mikudag 27. mai
Vit venja við - 2
109392
Mánadag 25. mai
3-2
109292