Føroyingar viga ov nógv

Føroyingar viga ov nógv
Ein nýggj kanning, sum Fólkaheilsuráðið hevur umbiðið frá Gallup, staðfestir, at føroyingar viga ov nógv.
 
30.10.2018 - 13:25

Føroyingar viga ov nógv. Tað staðfestir nýggj Gallup kanning, sum Fólkaheilsuráðið hevur umbiðið

Kanningin vísir millum annað, at meira enn helvtin av føroyingum viga ov nógv, og 13 % kunnu bólkast at vera feit. 

Síðan 2003 er talið á føroyingum, sum viga ov nógv, vaksið frá 44 % og upp til 56 %. 

Samstundis eru alsamt færri við normalari vekt. 

Nógv fleiri kvinnur í Føroyum hava normala vekt samanborið við menn, og nógv fleiri menn eru í bólkunum við yvirvekt og fiti. 

Triði hvør føroyski maður hevur normala kropsvekt, meðan helvtin av kvinnunum viga tað, tær eiga. 

Tað eru serstakliga menn yvir 40 ár, sum viga ov nógv, men eisini menn frá 18-24 ár viga ov nógv - 41% av monnunum í hesum aldursbókinum. 

Staðið, har flest fólk hava normala vekt, er í Suðurstreymoy. Har viga 50 % av fólkunum tað, sum tey eiga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. juli
Morgunlestur mikudagur 23. juli 2025
194846
Týsdag 22. juli
Morgunlestur týsdagur 22. juli 2025
194833
Mánadag 21. juli
Poppverturin
194207
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844
Leygardag 19. juli
Video: 10 Mannafør á Vestanstevnu 2025
194738