Hvassa átalu til Klaksvíkar kommunu

Hvassa átalu til Klaksvíkar kommunu
Løgtingsins Umboðsmaður hevur givið Klaksvíkar kommunu álvarsliga átalu fyri sína handfaring av umsókn um alment innlit.
 
31.10.2018 - 12:17

Tá Kringvarp Føroya klagaði kommununa til umboðsmannin, vóru nærum 2 mánaðir lidnir, síðani biðið var um innlit. 

Kringvarpið hevði mint Klaksvíkar kommunu á málið, men hvørki móttøkuváttan ella svar upp á áminningina kom. 

Eftir at klagað varð til umboðsmannin, gingu 3 mánaðir afturat, áðrenn kommunan svaraði innlitsumbønini. 

Tá hevði umboðsmaðurin sent kommununi tríggjar áminningar. 

Umboðsmaðurin gevur Klaksvíkar kommunu eina álsvarsama átalu fyri, at tað tók henni næstan 5 mánaðir at svara eini innlitsumbøn, og fyri at kommunan í hesum tíðarskeiði hvørki svaraði áminningini frá umsøkjaranum ella kunnaði um, nær svar kundi væntast.

Umboðsmaðurin heldur tað eisini vera átaluvert, at Klaksvikar kommuna ikki gav Umboðsmanninum frágreiðing um málið, fyrr enn kommunan hevði fingið tríggjar áminningar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391