Býráðslimir hóttir við bót

Býráðslimir hóttir við bót
Býráðslimirnir í Vági verða nú hóttir við tvingsilsbót.
 
01.11.2018 - 17:17

Fíggjarmálaráðið hóttir nú býráðslimirnar í Vági við tvingsilsbót. Tað sæst í brævið til Vágs býráð, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.

Málið snýr seg um hvørt Marghøllin skal takast við í roknskapin hjá kommununi ella ikki.

Fíggjarmálaráðið sigur, at tað skal høllin, men tað heldur Vágs kommuna ikki.

Í brævinum til býráðslimirnar í Vági, sum Fíggjarmálaráðið sendi í gjár, sigur Fíggjarmálaráðið, at við ikki at taka sjálvsognarstovnarnar Páls Høll og Vágs Ítróttarráð í roknskapin hevur kommunustýrið sostatt hildið seg óvirkið mótvegis lógarásettari skyldu. 

Fíggjarmálaráðið vísur eisini á, at tá kommunustýrið heldur seg óvirkið móti lógarásettum skyldum, kann landsstýrismaðurin áleggja teimum kommunustýrislimum, sum bera ábyrgd av hesum, tvingsilsbøtur.

Og Fíggjarmálaráðið sigur í brævinum til Vágs Býráð:

"Sagt verður í hesum sambandi frá, at um kommunustýrið framhaldandi heldur seg óvirkið mótvegis lógarásettum skyldum, fer Fíggjarmálaráðið at heita á Heilsu og Innlendismálaráðið at áleggja teimum kommunustýrislimum, sum bera ábyrgd av hesum, tvingsilsbøtur. Hetta vil í tí førinum siga, teimum kommunustýrislimum, ið møguliga eru við til at samtykkja eina komandi fíggjarætlan og/ella roknskap, har útgreinaður rakstur og ávirkan frá fíggjarstøðupostum hjá Vágs Ítróttarráð ikki eru tikin við."

Í brævinum sæst eisini, at tað er ikki nóg mikið, at ein býráðslimur ikki greiðir atkvøðu, tað vil siga, at ein býráðslimur skal atkvøða ímóti.

Vágs býráð ætlar sær at keypa Páls Høll, og tí sigur Fíggjarmálaráðið, at tað málið er við at koma í rættlag, og tí ger Fíggjarmálaráðið ikki fleiri viðmerkingar til tað málið í løtuni.

Fyribilsmetingin segði, at kommunan skuldi rinda 14 milliónir krónir fyri Pálshøll.

Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, er á norðurlendskum fundi í Norra, og hann vil ikki gera viðmerkingar til málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Trapputing í Tórshavn
205724
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709