Svarti kassin funnin

Svarti kassin funnin
Svarti kassin úr indonesiska flogfarinum, sum datt niður mánadagin, er funnin.
Tað var eitt flogfar frá flogfelagnum Lion Air, sum datt niður.
 
01.11.2018 - 11:09

Umborð á øllum flogførum eru tveir svartir kassar, annar skrásetir eitt nú kós og ferð, hin skrásetur alt ljóð í sjálvum stýrirúminum. Tí eru svørtu kassarnir avgerandi í arbeiðinum at fáa greiði á, hví flogfarið hjá flogfelagnum Lion Air datt niður bara 13 minuttir eftir fráferð.

Einki er at frætta um, hvønn av kassunum talan er um. Sambært indonesisku myndugleikunum eru partar av vrakinum at finna á 35 metra dýpi.

189 fólk vóru umborð á flogfarinum - myndugleikarnir stúra fyri, at øll eru deyð.

Tvørandi trygd við indonesisku loftferðsluni hevur áður havt við sær, at tað ikki varð loyvt indonesiskum flogførum at flúgva inn í evropeiskt ella amerikanskt loftrúm, men tað bannið er sett úr gildi aftur.

Nú hevur forsetin í Indonesia kravt, at ferðslumyndugleikarnir har kanna orsøkin til, at flogfarið datt niður. Ráðharrin fyri ferðslu hevur longu sagt tekniska leiðaran og fleiri starvsfólk á teknisku deild í Lion Air úr starvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Mánadag 14. juli
RagnarRokk: Jean-Ken Johnny um X.V. e.p.
194122
Mánadag 14. juli
Morgunlestur mánadagur 14.juli 2025
194085
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. juli
3-2
194470
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401
Leygardag 12. juli
Video: 10 mannafør á Fjarðastevnu 2025
194390