KÍF vann í Hoyvík

KÍF vann í Hoyvík
Kollfirðingar hava havt gott tak á hoyvíkingum higartil í ár
 
07.11.2018 - 22:07

Tað liggur væl fyri hjá KÍF, tá teir møta H71.

KÍF hevði undan dystinum í kvøld í Hoyvík bara vunnið ein dyst í ársins landskapping, sum var ein trivaligur sigur á H71 í øðrum umfari.

Í kvøld møttust feløgini aftur, og aftur var tað KÍF, sum vann bæði stigini.

Dysturin endaði við 22-24 sigri til gestirnar. KÍF var á odda 11-13 í hálvleikinum.

Hjá KÍF vóru tað serliga Hans Eli Sigurbjørnsson og Borko Cubara, sum stóðu fyri málskjótingini við ávikavist tíggju og sjey málum.

Rúni Vest Højgaard bleiv toppskjútti fyri H71 við fýra málum.

Spenningurin er framvegis stórur í kappingini hjá monnunum, tí enn hava øll feløgini realistiskan møguleika at náa hálvfinaluplássi.

Støðan

1.VÍF 6 dystir 9 stig
2.Kyndil 7 dystir 8 stig
3.Neistin 6 dystir 8 stig
4.H71 6 dystir 6 stig
5.KÍF 6 dystir 5 stig
6.STÍF 5 dystir 4 stig
7.Team Klaksvík 6 dystir 2 stig

Komandi dystir

Sunnudagin 11.11.2018 STÍF-VÍF
Sunnudagin 11.11.2018 Team Klaksvík-Kyndil

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418