Føroyingar fáa tal í Danmark

Føroyingar fáa tal í Danmark
Men tað,eigur at verða lættari enn nú, sigur løgtingsmaður
Bárður á Steig Nielsen sigur, at spurningurin um at samankoyra føroysk og donsk CPR-tøl má loysast fyri seg.
 
08.11.2018 - 07:08

Føroyingar, sum ikki búgva í Danmark, kunnu longu sum er fáa danskt persónstal, sum verður skrásett í CPR-skránni.

Hetta talið kann brúkast í umsitingini, tá millum annað føroyingar skulu á sjúkrahús í Danmark. 

Persónstalið verður eisini brúkt í kirkjubókum, í skattamálum, umsóknum um lestrarstuðul og politiið brúkar eisini talið, tá føroyingar fáa koyrikort.

Bárður á Steig Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur fingið svar frá ríkisumboðskvinnuni um CPR-nummar.

Tingmaðurin spurdi, um nøkur tøknilig ella løgfrøðilig forðing er fyri, at føroyingar, tá teir eru føddir, umframt P-tal fáa eitt danskt CPR-tal.

Umsiting

Føroyingar kunnu fáá eitt umsitingarligt persónstal í Danmark, er svarið úr danska Búskapar- og innanríkismálaráðnum.

Hesi tøl kunnu verða skrásett í CPR-skránni.

Og nógvir almennir myndugleikar brúka longu hendan møguleikan. 

Bárður á Steig Nielsen sigur, at svarið staðfestir, at ongar forðingar eru fyri at brúka og samkoyra føroyska P-talið og danska CPR-nummarið. 

Spurningurin er nú, sigur hann, um politiskur vilji er í Føroyum til at gera nakað ítøkiligt við hetta málið, so allir føroyingar lættari kunnu útvega sær danskt CPR-nummar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584