Vár fekk barnamentanarheiðurslønina

Vár fekk barnamentanarheiðurslønina
Barnamentanarheiðurslønin varð fyri løtu síðani latin Vár Berghamar Jacobsen fyri hennara drúgva íkast til føroyska barnamentanarpallin.
Kvøldins vinnarar. Vár Berghamar Jacobsen, Edward Fuglø og Rannvá Holm Mortensen við Gunvør Balle, forkvinnu í mentanarnevndini, og Anniku Olsen, borgarstjóra.
 
08.11.2018 - 17:36

Í kvøld vórðu M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønirnar, og fyri løtu síðani varð greitt, at Vár Berghamar Jacobsen fekk Barnamentanarheiðurslønina.

Nevndin, sum við fimm limum umboðandi býráðið, Fróðskaparsetrið og Rithøvundafelagið, hevur gjørt av, at Vár Berghamar Jacobsen skal heiðrast fyri hennara drúgva íkast til barnamentanarpallin. Nevndin hevði heimild til at lata færri enn tríggjar virðislønir og eisini onga at lata.

Vár Berghamar Jacobsen hevur millum annað skrivað og leikstjórnað sjónvarpsrøðina "Likkulikkuleia", sum hon saman við ommuni úr Dali gjørdi til fólkaogn. Hon hevur eisini skrivað útvarpsleikin "Luddi og Lundisa", leikritið til jólakalendarin og sangleikin "Jól í grannalgnum" og verið við til at geva út søgufløguna "Søguskríni". 

Í grundgevingini varð millum annað sagt, at "Vár hevur við sínum fjølbroyttu gávum og livandi hugflogi givið føroyskum børnum ein litríkari og stuttligari heim at liva í". 

Talan var um tríggjar virðislønir, sum vórðu latnar í kvøld. Rannvá Holm Mortensen fekk fagurbókmentavirðislønina fyri langyrkingabókina "Sólsmakkur", meðan Edward Fuglø gjørdist ársins mentanaravrik.

Virðislønin varð fyrstu ferð latin í 1958. Tað var Rithøvundafelagið, sum heitti á Tórshavnar býráð um at stovna eina árliga bókmentavirðisløn. Virðislønin skuldi bera navn eftir mentamannin Mads Andrias Jacobsen, ið m.a. var rithøvundur, lærari, bókavørður og borgarstjóri í Havn.

Fyrstu nógvu árini æt virðislønin Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens, og talan var bara um eina virðisløn. Í 1996 varð reglugerðin broytt, soleiðis at 3 virðislønir kundu latast, og navnið varð broytt til Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens.

Umframt heiðurin fekk Vár Berghamar Jacobsen eisini 35.000 krónur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. juli
Morgunlestur mikudagur 23. juli 2025
194846
Týsdag 22. juli
Morgunlestur týsdagur 22. juli 2025
194833
Mánadag 21. juli
Poppverturin
194207
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844
Leygardag 19. juli
Video: 10 Mannafør á Vestanstevnu 2025
194738