Veit ikki, hvussu nógv samkynd eru gift í Føroyum

Veit ikki, hvussu nógv samkynd eru gift í Føroyum
Broytingarnar í hjúnabandsbókini og vígslubrævinum í Føroyum vórðu gjørdar í Danmark
Tá fólk verða vígd borgaraliga, verður kyn teirri ikki skrásett.
 
09.11.2018 - 07:03

Heilsu- og innlendismálaráðið veit ikki, hvussu nógv samkynd eru gift í Føroyum, síðani tað bar til 1.juli í fjør.

Ráðið hevur spurt kommunur og sýslumenn, sum hava loyvi til at gifta fólk borgaraliga.

Í flestu førum hevur ráðið fingið at vita, at eingi samkynd eru gift.

Har kommuna hevur gift fólk við sama kyni, hevur Heilsu- og innlendismálaráðið fingið upplýst, at tá fólk verða borgaraliga vígd, verður ikki skrásett, hvat kynið er.

Tí hevur ikki verið møguligt at fáa at vita, hvussu nógv við sama kyni eru gift í Føroyum.

Maki 1 og maki 2

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur svarað skrivligum fyrispurningni frá Jógvani á Lakjuni, løgtingsmanni.

Sirið Stenberg sigur eisini, at danir broyttu orðingina í hjúnabandsbókini. Har stóð til 1.juli í fjør kvinnan og maðurin. Nú stendur maki 1 og maki 2.

Hetta kann tó broytast aftur, nú føroyingar á ólavsøku í ár yvirtóku familjurættin, sigur Sirið Stenberg, sum tó ikki umsitur málsøkið longur.

Tað er flutt til Almannamálaráðið.

Ein onnur broyting, sum danskir myndugleikar gjørdu í fjør, er, at nú stendur ikki longur maður og kvinna í vígslubrævinum, men bara nøvn teirra, sum eru gift.
  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392