Tilflytingin er metstór

Tilflytingin er metstór
Fráflytingin er minkað nógv, meðan tilflytingin er vaksin. Fólkatalið veksur skjótast í Havnini og í kommunum á Eysturoynni
 
12.11.2018 - 10:41

Nýggjastu tølini frá Hagstovuni vísa, at fólkatalið tann 1. oktober var 51.095. Sostatt er fólkatalið vaksið við 824 fólkum síðani 1. oktober 2016, tað er gott og væl 1,6%.

Fólkatalið veksur skjótast í Eysturoynni og í Havnini

Allar sýslur uttan Suðuroyar hava sæð ein munandi fólkavøkstur. Í Sandoyar sýslu er ein lítil vøkstur við 5 fólkum ella 0,4%.

Lutfalsliga størsti vøksturin er í Eysturoyar sýslu við 2,4% (harav serliga í Nes og Sjóvar kommunum).

Tórshavnarøkið vaks við 2,0%, og her var eisini nógv størsti vøksturin í tali við 391 fólkum. Hetta er næstan helvtin av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Síðani eru Streymoyar sýsla uttan høvuðsstaðin við 1,5%, og Norðoya og Vága sýslur við 1,3% hvør.

Í Suðuroyar sýslu er ein munandi minking við 28 fólkum ella 0,6%.

Tilflytingin er metstór

Hagstovan skrivar, at tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tilflytingin er vaksin.

Sambært Hagstovuni skulu vit heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.190, ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið. Rokna vit fráflytingina í mun til fólkatalið, hevur fráflytingin ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini, sum hagtalsgrunninum røkkur.

Meðan fráflytingin nú á fimta árið hevur lagt seg á eitt javnt lágt støði, so veksur tilflytingin framvegis. Samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting er, at nettotilflytingin er vaksin í stórum, og ongantíð hevur verið so stór sum nú, hvørki í tali ella lutfalsliga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010