Eik-sakarmálið byrjar aftur

bannari
Eik-sakarmálið byrjar aftur
Mánadagin byrjar sakarmálið aftur ímóti teimum, sum stjórnaðu Eik banka í Føroyum, tá hann fór á húsagang í 2010
 
14.11.2018 - 10:40

Tað er Fíggjarligt støðufesti, sum fyri fimm árum síðani stevndi fimm monnum og einum grannskoðarafelag eftir 150 milliónum krónum í endurgjaldi. 

Steðgur hevur verið í sakarmálinum, tí bíðað hevur verið eftir sakarmálinum um Eik banka í Danmark.

 

Har fall dómur herfyri, og teir sum sakarmálið varð reist ímóti, skulu rinda eitt endurgjald, sum er góðar 28 milliónir krónur. Kravið var 250 milliónir krónur.

Eftir dómin í Danmark segði stjórin í Fíggjarligum støðufesti, Henrik Bjerre-Nielsen, at eftirlitið umhugsar, um tey skulu royna at kæra dómin til Hægsta rætt. Tað skal gerast í seinasta lagi 23. november.

Málið úm Eik banka í Føroyum byrjar aftur mánadagin, og tríggir dagar í næstu viku eru settir av til viðgerðina í rættinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444