Stendur í botni millum Lønardeild og ljósmøður

bannari
Stendur í botni millum Lønardeild og ljósmøður
Í morgin verður semingsroynd gjørd millum Skipara- og navigatørfelagið og Lønardeildina um skip hjá landinum
Klokkan trý í dag er ein vika, síðani verkfallið hjá ljósmøðrunum byrjaði.
 
15.11.2018 - 11:12

Semingsstovnurin tosaði við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum um sáttmálatrætuni á Føðingardeildini seinnapartin í gjár.

Men har er avgjørt einki, sum fær Semingstovnin at kalla partarnar saman aftur, sigur Terje Siguðsson, semingsmaður.

Hann leggur dent á, at Ljósmøðrafelagið ella Lønardeildin eiga næsta leik. Annar teirra ella báðir partar noyðast at kalla Semingsstovnin saman aftur.

Semingsstovnurin ger tað ikki av sínum eintingum.

Fyrrapartin í morgin kl.10.00 verður seming millum Skipara- og navigatørfelagið og Lønardeildini um limirnar hjá Skipara- og navigatørfelagið hjá Strandfaraskipum landsins og Havstovuni.

Terje Sigurðsson sigur, at møguliga enda hendar semingsroyndin við semingsuppskoti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Mánadag 14. juli
RagnarRokk: Jean-Ken Johnny um X.V. e.p.
194122
Nýggjastu sendingar í SV