- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú er javnleikur nokk
Hóast Føroyar ikki kunnu vinna sín bólk í UEFA Nations League, so stendur nógv upp á spæl undan dystinum móti Malta í kvøld.
Úrslitið í hesum seinasta dystinum fer at avgera, um Føroyar enda í styrkisbólki fimm ella seks til komandi EM-undankappingina.
Tað eru endaligu støðurnar í UEFA Nations League, sum avgera, hvar londini verða styrkismett til komandi EM-undankapping.
Londini í League D, sum enda nummar fýra og ringasti trýarin, enda í sætta styrkisbólki til komandi EM-undankapping.
Myndin hevur verið, at Føroyar helst skuldu vinna dystin á Malta, um plássið í bólki fimm skuldi varðveitast.
Men í gjár var eitt úrslit í einum øðrum bólki, sum ger, at Føroyar nú kunnu klára tað við einum javnleiki.
Andorra og Lettland spældu málleysan javnleik í bólki eitt, og tí hava bæði fýra stig.
Føroyar hava í løtuni eisini fýra stig, og tí tekur ein javnleikur Føroyar upp á fleiri stig enn Lettland.
Støðurnar í bólkunum í UEFA Nations League D
Bólkur 1
1.Georgia | 6 dystir | 16 stig |
2.Kasakstan | 6 dystir | 6 stig |
3.Lettland | 6 dystir | 4 stig |
4.Andorra | 6 dystir | 4 stig |
Bólkur 2
1.Hvítarussland | 6 dystir | 14 stig |
2.Luksemburg | 6 dystir | 10 stig |
3.Moldova | 6 dystir | 9 stig |
4.San Marino | 6 dystir | 0 stig |
Bólkur 3
1.Kosovo | 5 dystir | 11 stig |
2.Aserbadjan | 5 dystir | 9 stig |
3.Føroyar | 5 dystir | 4 stig |
4.Malta | 5 dystir | 2 stig |
Bólkur 4
1.Makedonia | 6 dystir | 15 stig |
2.Armenia | 6 dystir | 10 stig |
3.Gibraltar | 6 dystir | 6 stig |
4.Liktenstein | 6 dystir | 4 stig |
Malta og Føroyar spæla í kvøld klokkan 19.45. Dysturin verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum.
Lutakastið til EM-undankappingina verður 2.desember.