Føroya Tele ætlar at geva skotskum oyggjum 5G

Føroya Tele ætlar at geva skotskum oyggjum 5G
Men loyvi krevst frá bretsku stjórnini til tess
Úr Lerwick, høvuðsstaðnum í Hetlandi.
 
21.11.2018 - 08:05

Føroya Tele ætlar framvegis at geva hetlendingum betri internetsamband og fartelefonsamband.

Nú er ætlanin at geva teimum 5G samband, sum er skjótasta sambandið nú.

Fólk frá Føroya Tele hava verið í Hetlandi og løgdu fram ætlanina um 5G, skriva Shetnews. 

Loyvi krevst

Forstjorin í Shetland Islands Council, sum er landspartastjórnin í Hetlandi, Maggie Sandison, sigur við Shetnews, at bretska stjórnin og tann skotska skulu spyrjast fyrst.

Loyvi krevst, um Føroya Tele skal arbeiða í Hetlandi.

Marvin Smith í Shetland Telecom ivast tó í, at bretska stjórnin gevur slíkt loyvi.

Ein talsmaður fyri Orkney Islands Council váttar fyri Shetnews, at Føroya Tele eisini hevur lagt uppskot um 5G fyri ráðið.

Til Føroya næsta summar

5G er ikki í Bretlandi sum er.

25.oktober boðaði Føroya Tele frá, at á sumri næsta ár verður 5G í Føroyum.

Føroya Tele og Huawei hava gjørt avtalu um, at farnetið hjá Føroya Tele verður raðfest millum tey fyrstu í øllum heiminum at fáa nýggjasta ættarliðið av farnettøkni, so 5G er á veg.

Verkætlanin er longu farin av bakkastokki, og í januar næsta ár fer sjálvt arbeiðið í gongd. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Sunnudag 21. desember
Bolero
201810
Sunnudag 21. desember
Akademia:"Mest njóting og minst líðing".
201751
Leygardag 20. desember
Jambalaja - 201225
201796
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775