Álit um fyrsta tingmálið skrivað í næstu viku

22.11.2018 - 13:10
AktueltPolitikkur
Álit um fyrsta tingmálið skrivað í næstu viku
Uppskotið um tunlarnar norður um Fjall kom í tingið fyri trimum mánaðum síðani
Tunlar norður um fjall kunnu gerast skjótari, um P/f Norðoyatunnilin er við, sigur andstøðan í løgtinginum.
 

Ætlanin er at skriva álit um fyrsta málið í hesari tingsetuni í næstu viku.

Talan er um uppskotið hjá andstøðuni um at framskunda verkætlanina við tunlunum norður um Fjall.

Uppskotið kom í tingið 21.august, og fyrsta viðgerð var 10.september.

Síðani hevur málið verið í Rættarnevndini.

Formaðurin í Rættarnevndini, Kristin Michelsen, sigur, at nevndin hevur fund mánadagin og mikudagin í næstu viku.

Álit um tunlar

Tá er ætlanin at skriva álit um millum annað tunlarnar norður um fjall, sigur Kristin Michelsen. 

Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Sjálvstýri og Miðflokkurin vilja, at partafelagið Norðoyatunnilin fær rætt til at fyrireika og forprojektera vegagerðina og tunnilsgerðina millum Klaksvík og Árnafjørð og millum Árnafjørð og Norðtoftir.

Stendur Norðoyatunnilin sum byggiharri fyri tunlarnar norður um Fjall, kann arbeiðið byrja uttan stórvegis drál, heldur andstøðan.

Løguætlanin hjá landinum leggur annars upp til, at farið verður undir nýggjar tunlar norður um Fjall um fýra ár.

15 tingmál eru á skránni hjá Rættarnevndini í næstu viku. 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. desember
Morgunlesturin mánamorgunin 16. desember 2019
102188
Sunnudag 15. desember
TEMAPLÁTAN: Crash! Boom! Bang!, Roxette, 1994
102289
Sunnudag 15. desember
Meg minnist: Egil Simonsen (1:3)
102220
Sunnudag 15. desember
Guðstænasta í Dals kirkju
102266
Sunnudag 15. desember
Bolero: Jólatónleikur
102265
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. desember
Andakt við Thorben Johannesen
102287
Sunnudag 15. desember
Veðurlagsbroytingar - beiski veruleikin 2:2
102288
Fríggjadag 13. desember
Hyggjuráðið 04
102239
Fríggjadag 13. desember
Ummæli: Sorry We Missed You
102231
Fríggjadag 13. desember
Ummæli: Rick and Morty
102227